Populeri tónleikabólkurin úr Vágum spælir týsdagin klokkan 16 í SMS til frama fyri tiltakinum. Bússur verða settar upp, soleiðis at fólk kunnu stuðla tiltakinum við nøkrum krónum.
Blátt Gras gav í fjør fløguna, Ávegis, út, og sangurin “There Is Room at the Table”, vann fyrr í ár bólkinum eina virðisløn á FMA. Teir hava eisini valt at stuðla átakinum, “Meðan vit bíða”. Bólkurin gevur sítt íkast við at spæla konsert í SMS klokkan 16 í dag. Bússar verða settar upp, so fólk, sum fara í SMS at keypa ella bara at lurta eftir populera bólkinum kunnu geva sítt íkast til Meðan vit bíða.
Blátt Gras er mannaður við Richard Johansen, Terja Johannesen, Johan Mikkelsen, Gunnari Steintún og Ragnari Joensen.