Eftir løgtingsvalið í 1998 var fullveldislandstýrið skipað millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hesir settu sær fyri, at nú skuldi kósin setast á fullveldisleið, skútan varð mannað, kumpassin rættað, og kósin sett.
Tað gekk væl tey fyrstu árini, heilt fram til 2001, tá fólkaatkvøðan varð avlýst. Eftir valið í 2002 varð so sjálvstýrislandstýrið skipað millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Miðflokkin.
Síðani tá er deviatiónin á kumpassini bara vaksin og vaksin, misvísningurin tikið yvirhond, og ilt hevur verið at hildið kós og ferð og komið rættan veg móti tí knattstøðu, sum var sett út í kortið.
Sjálvstýrarin hevur verið óálítandi og sligið frá fleiri ferðir, skiparin á skútuni hevur ivast, hvør kósin skuldi verða, helst tí misvísningurin bleiv ið so stórur, og tískil hevur gingið striltið tann rætta vegin.
Hóast tað, so hevur gingið rætta vegin kortini, ferðin hevur verður lakari, men fram kemur tann, ið hóvliga fer, sum orðatakið sigur, so ikki er at missa mótið men halda treystliga áfram.
Byrðurin hevur ikki verið góður seinastu tíðina, nógv sjask ímóti og lítil framdrift, men málið má ongantíð kámast burtur, tað er og verður altíð har.
Afturhaldið hevur besta hugin at taka hann undan , tað er behagiligari at lensa, men tá kemur einki í lastina.
Nú er aftur tíð at rætta kumpassina, tað hevur allar tíðir verið góður sjómans-skapur at rætta kumpass av og á fyri at koma aftur á beint, tað er einki forgjørt í tí.
Vónandi er so frægt av seiggi eftir í tí føroysku sjálvbjargningssálini, nú tað rekur hart á kýkin.
Við tjóðveldiskvøðu.