Meðan vit bíða, útseta vit bygdarráðsfundin

Sambært fundarskránni hjá Vestmanna kommunu skuldi bygdarráðið hava fund í annaðkvøld. Hesin fundurin er nú útsettur, tí tey bíða eftir landsins myndugleikum.

Orsøkin til hesa útsetingina er, sambært heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu, at kommunumálaráðharrin, mentamálaráðharrin, almannamálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin í næstum fara at kunna kommunurnar um ætlaðu kommunusamanleggingina.

Hetta fer jú at hava við sær broytt ábyrgdarbýti millum land og kommunur, tí ætlanin er millum annað at geva kommununum eldrarøktina at umsita og kanska okkurt annað.

- Vit halda, at tað er skilabest at fáa hesa kunningina undan komandi bygdarráðsfundi, tí ætlanin er at viðgera vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging á fundinum, sigur Vestmanna kommuna.

Harumframt eru ongi átrokandi bygdarráðsmál, sum ikki tola at bíða. Kunnað verður um, nær útsetti bygdarráðsfundurin verður.