Meðan vit bíða eftir pakkanum

Oddagrein:

Í gjár umrøddu vit her skilagóðu politisku fráboðanina frá leiðsluni í Tórshavnar býráð um støðu býráðsins til búskapar- og fíggjarkeppuna, sum er farin at gera um seg eisini her í Føroyum. Vit vístu á, at fráboðanin signalerar eina offensiva strategi, har ein fer at leggja seg eftir vøkstri heldur enn niðurlaging av kommunala geiranum í høvðusstaðnum. Vit fegnaðust um tann hugburð, sum býráðsins fráboðan umboðar. Talan er um ein hugburð, sum stuðlar upp undir bjartskygni og vón hjá borgarum og vinnu heldur enn at elva dapurskygni og vónloysi. Í sama viðfeingi sóknaðust vit eftir tí vaktstrar- og kreppupakka, sum nú leingi hevur verið ávegis úr landsstýrinum.

 

Vit gjørdu viðmerkingar til tað, sum higartil hevur likið út um innihaldið í pakkanum og vístu á, at almennu og kommunalu geirarnir draga ikki eina línu. Hetta kann gerast óheppið. Spyrjast má, um landsstýrið og kommunurnar als ikki tosa saman um tann vakstrarfremjandi og kreppufyribyrgjandi politikk, sum neyðugt verður at reka komandi árini. Her má samskipan og dialogur til.

 

Í sambandi við at sóknast verður eftir almenna pakkanum, skal verða ásannað, at tað sjálvsagt ikki er nakar lættur setningur at evna til eina ætlan, sum skal lúka tey krøv, almenningurin setur til eina slíkan vakstrar- og kreppupakka. Havnar kommuna hevur tað í so máta lættari, og politiska støði undir leiðsluni í Tórshavnar býráð er ivaleyst væl sterkari enn politiska støðið hjá løgmanni og fíggjarmálaráðharra. Hesir báðir hava sjálvsagt at gera við nógv mótstríðandi áhugamál. Vinnurnar vilja eitt, fakfeløgini eitt annað og fíggjarliga støðan hjá landskassanum setir eitt givið mark fyri atgerðarmøguleikunum, og meirluti er neyvan fyri at flyta hetta mark.

 

Her er sostatt talan um eina meira trupla støðu hjá landsstýrinum, men hetta merkir ikki, at einki ber til.Landsstýrissamgongan má krita skógvarnar og finna ein leist, sum kann bera. Hetta hevur eydnast hjá øðrum stjórnum, so má tað eisini kunna bera til her hjá okkum. Alt bendir á, at politisk ósemja er um hyggjuráðini. Tað er ikki løgið, tí tað, sum er komið út um hesi ráð bendir á sama gamla heilivágin: sparingar og aftur sparingar á fíggjarlógini, eitt nú við at seta almennu lønirnar niður og pilka við almannaøkið. Hetta hjálpir bert eina tíð, ger helst ilt verri og er politiskt vandamikið fyri flokk fíggjarmálaráðharrans. Hugflog, kreativitetur, nýhugsan, dirvi og vitan um alternativar kreppuloysnir tróta í ólukkumát í ráðgevaraumhvørvi landsstýrisins. Tað kenst, sum øll tey tiltøk, sum higartil eru nevnd, eru tikin úr avoldaðum búskaparlærubókum. Fíggjarmálaráðharrin átti at útvegað sær ein búskaparfrøðiligan hugatanga, a think tank, ein fíggjarligan og búskaparfrøðiligan venjiboksara uttan fyri embætisverkið, har hann kundi fingið ein hóp av góðum, visjonerum og kreativum ráðum, hugskotum og íblástri, so vit ikki altíð enda við somu gomlu búskaparligu heimaráðum, sum lítið gagna og sum altíð revsa teir somu samfelagsbólkarnar - løntakarar og pensjonistar.