Gransking er fyritreytin fyri bæði búskaparvøkstri og samfelagsmenning sum heild. Tí verður styrkt munandi um granskingina í breiðastu merking, eins og vinnan verður stimbrað til eisini at fara undir miðvísa gransking.
Samgongan er sinnað at játta tann pening, ið krevst, til tess at Føroyar kunna verða virkin partur í granskingarhøpinum hjá ES.
Soleiðis stendur at lesa um gransking í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Á pappírinum ynskti samgongan at betra um korini hjá gransking í Føroyum.
FP7 – ES-granskingarsamstarv
Eisini 7. rammuskráin hjá ES fyri gransking og tøkniliga menning hevur verið nógv umrødd í Føroyum seinastu tíðina. Granskarar og politikarar hava hvør í sínum lagi ført fram, at Føroyar eiga at luttaka í europeiska granskingarsamstarvinum, sum hevur heitið FP7.
7. rammuskráin fyri gransking og tøkniliga menning, ella 7th Framework Programme for Research and Technological Development, fór av bakkastokki 1. januar 2007, og hon varir til 31. desember 2013.
Høvuðsendamálið við 7. rammuskránni er at fremja gransking og tøkniliga menning í Europa, so at europeiski heimsparturin kann standa seg í kappingini við USA og Japan.
Samlaða fíggjarætlanin fyri FP7 er 50,5 milliardir evrur (380 milliardir krónur), býtt sundur á árini 2007 til 2013.
FP7 fevnir um serskráirnar Cooperation (Samstarv), Ideas (Hugskot), People (Fólk), Capacities (Førleikar), Euratom (gransking innan kjarnorku) og JRC (Joint Research Centre). Hesar skráir eru so aftur býttar sundur í minni skráir. Til dømis er Cooperation býtt sundur í 10 skráir, nevndar Research Priorities. Millum hesar undirskráir eru Heilsa, Hug- og samfelagsvísindi, Umhvørvi, og Matvøru- og biotøkni.
FP7 – bæði samansett og standardiserað
At býta 380 milliardir almennar krónur sundur til granskingarverkætlanir við granskarum úr Europa og øllum heiminum er eingin einføld søk. Men hóast FP7 við fyrsta eygnabrá kann tykjast sum ein sannur villskógur, er hendan rammuskráin sera væl skipað, við væl lýstum mannagongdum fyri øll øki, frá byrjandi orðing av eini umsókn til eftirmeting og uppgerð av roknskapi fyri loknar verkætlanir.
Fyri flest allar verkætlanir er tað ein treyt, at granskarar úr í minsta lagi 3 londum luttaka. Talið av granskarum í eini verkætlan kann vera úr nøkrum heilt fáum til upp móti 50. Tað sigur seg sjálvt, at gott samband við granskarar úr øðrum londum er alneyðugt.
Eisini hevur tað týdning at hava kunnleika til, um nakað útboð er við fakligum innihaldi, sum hóskar til eina møguliga verkætlan. Hóast høvuðsyvirskriftirnar eru breiðar, til dømis Heilsa og Umhvørvi, er hvørt einstakt útboð lýst í smálutir, har hvørt einasta orð er væl umhugsað. So tað nyttar einki at søkja um fígging til eina granskingarverkætlan, sum fellur uttanfyri neyvu orðingarnar í einum útboði.
Grundarlagið undir FP7 raðfestingunum er tann politikkur, sum politikarar í europeiska tinginum og europeiska ráðharraráðnum saman við embætisfólki í ES-kommisjónini stinga út í kortið. Neyvt orðaðu útboðini eru sostatt eitt úrslit av yvirskipaðum politiskum raðfestingum, sum eru umorðaðar til framtíðar granskingarverkætlanir.
Til hvørt økið sær hoyrir ein arbeiðsætlan, nevnt Work Programme, sum verður almannakunngjørt eina ferð um árið. Í hesi arbeiðsætlan er lýsing av bæði yvirskipaðum hugsanum og innihaldi í øllum útboðunum, ið verða lýst leys tað árið.
Tað eru sonevndar Programme Committees, ið gera av endaligu orðingarnar av teimum ymsu útboðunum. Atgongd til hesar Programme Committees hava serfrøðingar innan ymsu fakøkini úr øllum limalondum og londum við atlimaskapi.
Innan raðfesta økið Heilsa stendur at lesa, at endamálið við heilsugransking í FP7 er at betra um heilsuna hjá europeiskum íbúgvum og at styrkja um kappingarførið hjá vinnulívi og virkjum, ið fáast við heilsu-relaterað virksemi, umframt at viðgera alheims heilsutrupulleikar ( HYPERLINK "http://cordis.europa.eu/fp7/health/home_en.html" cordis.europa.eu/fp7/health/home_en.html). Granskingarverkætlanirnar, ið verða settar í gongd, eru so mátin at røkka hesum endamálinum. Høvuðsyvirskriftirnar fyri verkætlanir í arbeiðsætlanini fyri 2007 vóru: 1. Biotechnology, generic tools and medical technologies for human health; 2. Translating research for human health; og 3. Optimising the delivery of health care to European citizens. Undir hesum høvuðsyvirskriftum vórðu eini 180 útboð almannakunngjørd í 2 umførum við eini fígging á góðar 5 milliardir krónur.
Hetta var bert fyri raðfesta granskingarøkið Heilsa, og øll hini økini høvdu so síni útboð við aðrari fígging í 2007, sum tey hava tað hvørt ár til 2013.
Føroyar og FP7
Fulla atgongd til FP7 hava tey 27 ES-limalondini, umsøkjaralond, sum eru Turkaland, Kroatia og Serbia umframt lond við atlimaskapi, so sum Sveis, Noreg, Ísland og Ísrael. Hesi londini rinda eina ávísa upphædd til felagskassan, og so er tað annars uppgávan hjá granskarunum at halda seg framat við so góðum granskingarverkætlanum, at ES-kommisjónin heldur tær vera verdar at fíggja.
Føroyar eru 3. land í FP7 granskingarsamstarvinum. Hetta merkir, at føroyskir granskarar kunnu luttaka í verkætlanum, men finna fíggingina sjálvi. Men útlitini eru góð fyri føroyskari luttøku, tí í desember í fjør fekk Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, politiskt lyfti um føroyskan atlimaskap frá Janez Potochnik, ES-kommisseri við gransking.
Í løtuni verður føroyska umsóknin fyrireikað og viðgjørd í ES kommisjónini, og seinni í 2008 verða samráðingar millum Føroyar og ES. Væntandi gongur o.u. 1 ár, áðrenn sáttmálin verður undirritaður, og føroyskir granskarar kunnu luttaka á jøvnum føti við granskingarfelagar úr Europa. So nú er tað ein spurningur um tíð, til Føroyar fáa fulla atgongd til rammuskráirnar innan gransking hjá ES.
Tað lovaða landið?
7. februar í ár skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundi um, hvussu føroyskir granskarar kunnu fyrireika seg til, at vit fáa atlimaskap og sostatt fulla atgongd til FP7. Millum tey, ið høvdu framløgu, var Poul Petersen, sum arbeiðir við at útvega og umsita fígging til gransking á Keypmannahavnar universiteti. Hann segði millum annað, at fyri at hava nakran líkinda møguleika at fáa fíggjarligan vinning frá FP7, er neyðugt, at føroyska granskingarumhvørvið fær allarbestu umstøður, eisini í Føroyum. Tí uttan ein dugnaligan hóp av føroyskum granskarum, er nyttuleyst at gera sær vón um at fáa góð úrslit í FP7-verkætlanum. Hann gjørdi nógv burturúr boðskapinum um, at vit í Føroyum ikki eiga at síggja FP7 sum ein botnleysan peningatanga, ið vit uttan stórvegis arbeiði kunnu vænta okkum at fáa eina milliónina fyri og aðra eftir burturúr.
Kappingin um granskingarevrurnar er gróthørð. Í 2006 varð fígging játtað til 20 prosent av øllum innkomnum umsóknum.
Hvat kostar føroysk luttøka?
Tá ið eitt land hevur atlimaskap til granskingarsamstarvið hjá ES, skal hetta landið gjalda eina ávísa upphædd til fíggingina av FP7. Hendan upphæddin verður roknað út á ein hátt, sum tekur atlit til íbúgvaratal og BTÚ hjá hesum landi. Eisini er kostnaðurin ein spurningur um samráðingar um, hvørjar partar av granskingarsamstarvinum, landið vil hava atgongd til. Føroyar hava til dømis neyvan áhuga í at luttaka í Euratom, sum er gransking í kjarnorku.
Sambært fyribils útrokningum frá Løgmansskrivstovuni skulu vit gjalda umleið 3,7 milliónir krónur um árið, fyri at føroyskir granskarar kunnu luttaka í FP7 á jøvnum føti við starvsfelagar í øðrum londum í Europa.
Onkur kann kanska undrast á, at føroyskir myndugleikar ynskja at brúka slíkar upphæddir til limaskap í FP7 uttan at nøkur trygd er fyri, at nakar partur av hesum peningi kemur føroyska granskaraumhvørvinum, og harvið Føroyum, til góða. Hví ikki heldur menna granskingina í Føroyum fyrst?
Føroysk luttøka í FP7 eigur ikki at útiloka menning av føroyskari gransking. Neyðugt er eisini at menna tað heimliga granskingarumhvørvið, fyri at føroyskir granskarar kunnu fáa virðilig úrslit í kappingini um europeiskar granskingarpengar. Heimliga umhvørvið skal røkjast eins væl og altjóða sambondini.
Føroysk luttøka í FP7 gevur okkara granskarum møguleika at vera við til at granska og skapa vitan saman við granskarum úr øllum heiminum. Slíkt samstarv ber við sær, at føroyska samfelagið fær gagn av vitan og tøkni, sum vit annars ikki høvdu havt møguleika at fingið atgongd til, og sum neyvan kann gerast upp í pengum.
Meðan vit bíða
Meðan vit bíða eftir føroyskari luttøku í FP7, ber til at fáa meira at vita á HYPERLINK "http://cordis.europa.eu/fp7/home.html" cordis.europa.eu/fp7/home.html. Hetta er almenna heimasíðan hjá FP7, og her finnast allar neyðugar upplýsingar um útboð, arbeiðsætlanir, samstarvsfelagar og mangt annað.
Eisini bóklingurin How to Write a Competitive Proposal for Framework 7 eftir Seán McCarthy kann viðmælast. Í hesum bóklingi eru nógvar hentar upplýsingar um grundreglur, bygnað og framferðarhátt í sambandi við FP7. Bóklingurin fæst á HYPERLINK "http://www.hyperion.ie" www.hyperion.ie. Til ber eisini at venda sær til NCP-umboðini, ið starvast á Granskingarráðnum.