Fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár varð lagt fyri Løgtingið uttan ta tálman, sum sambandsleiðslan ætlaði- uttan iva alt gott um tað. Ístaðin vann uppskot fólka- og javnaðarfloksins, eitt uppskot uttan tær stóru visiónirnar.
Formaður fíggjarnevndarinnar hevur gjørt greitt, at tá uppskotið kemur úr aftur nevndini, verður tað ikki at kenna aftur. Fyri Miðflokkin hevði hetta kenst ræðandi, um støða okkara ikki var hon, at vit í dag eiga eitt umboð í fíggjarnevndini. Eitt umboð, sum kann fylgja við, og vónandi ávirka fíggjarnevndarlimir at minnast týdningin av rættari raðfesting.
Inntøkuvøkstur uppá knappa milliard.
Hyggja vit at inntøkuvøkstrinum í árunum 2004 til 2007 hevur hesin verið 840 mill. , og taka vit 2008 við, so táttar vøksturin í eina milliard. Hugsa tær, at vanligi føringurin, gjøgnum skatt og avgjald av tí, hann hevur keypt, komandi ár fer at rinda útvið 1 mia. meira í landskassan, enn hann rindaði fyri 4 árum síðani. Fantastiskt. Men sæst hetta aftur í samfelagnum??? Uttan iva eru nøkur í tí hepnu støðu at kunna svara ja. Men munnu ikki flestu kenna nøkur, ið sita ivandi og hyggja rundan um seg, tá tey hoyra hesi tøl. Hava ilt við at kennast við hetta meirvirðið, sum jú verður tikið inn í landskassan, fyri at verða býtt útaftur, har tørvurin er størstur.
Hvar síggjast hesar eyka inntøkur aftur?
Síggjast tær aftur hjá barnafamiljunum, sum dagliga stríðast fyri at fáa dagliga dagin at hanga saman fíggjarliga?
Síggjast tær aftur hjá teim sjúku sum minkan í bíðitíðum til sjúkrahúsviðgerðir?
Síggja børnini tær aftur gjøgnum fyribyrgjandi kanningar hjá skúlalæknum ella hækkan av heislusystratænastuni á tað støði, grannalond okkara bjóða sínum?
Sígjast tær aftur sum ein lætti í bústaðartrupulleikum teirra, ið av fysiskum ella sálarligum ávum eru tarnaði?
Merkjast tær hjá teim sálarliga sjúku, sum enn noyðast at búgva á sjúkrahúsdeildum?
Merkjast tær sum skattalættar hjá teimum lágløntu?
Og vit kundu hildi á at spurt!
Hugsið m.a. um hesi, góðu fíggjarnevndarlimir!
Tað er eingin kunstur at taka ímóti skatta- og avgjaldsmilliónum, tá byrður er góður. So er um allan tann partin av heiminum, vit samskifta við, í løtuni. Kynstrið, tað, ið vísir dugin í okkum politikkarum, er at síggja hann, hana og tey, sum av ymiskum ávum treingja- og rætta teimum hond. At senda teimum, sum ikki eru á ovastu rókum, men sum stríðast fyri ikki at detta útav niðastu rók, tann partin av fíggjarvøkstrinum, sum kann fáa hesi at fóta sær aftur.
Vit í Miðflokkinum vóna og síggja fram til at fáa eitt fíggjarlógaruppskot aftur úr fíggjarnevndini, har ríkdømið, sum Skaparin so ríkiliga unnir okkum, kenst raðfest frá hjartanum.