Fyrimunir og vansar við eini samanlegging av ÚF og SvF mugu sjálvandi kannast, áðrenn endalig støða verður tikin til samanlegging.
Eftir at hava heitt á mentamálaráðharran um at kanna fyrimunir og vansar við eini samanlegging av ÚF og SvF, var høvi at luttaka í sendingini Fokus í SvF. Síðani tá, hevur Mikkjal Helmsdal, stjóri í SVF skrivað drúgva grein í bløðunum um samanlegging av teimum báðum almennu loftmiðlunum.
Lat meg fyrst takka SVF stjóranum fyri rættleiðingarnar! Vit kunnu óivað øll koma út fyri at gera í so nógv av, og tað haldi eg, at Mikkjal Helmsdal eisini ger í síni egnu blaðgrein.
Eg skal eisini takka tær fyri, at tú viðgongur at nógv talar fyri at leggja SVF og ÚF saman. Tú nevnir fleiri góð argument í grein tíni, eitt nú gongdina í Noreg á lokalregi. Loftmiðlarnir í grannlongdum okkara virka saman, men sjónvarp og útvarp hava hvør sína redaktión. Hóast stovnarnir eru atskildir í Svøríki, eigur sama parta-felag stovnarnar, og hesir hava bygningar, telefonvekslarar/-damur o.a. í felag.
Við einans 48.000 íbúgvum er neyvan fíggjarligt grundarlag fyri at hava tveir atskiltar stovnar í Føroyum. Vit mugu leggja stovnarnar saman og fáa spart dupultfunktiónir burtur.
Ein hvør er sær sjálvum nærmast, og tað er kanska júst tí, at tú roynir at verja títt "kongaríki". Hetta ger tó argumentatiónina rættliga subjektiva. Sjónvarpsstjórin kann ikki vísa á nakra sparing við samanlegging. At tosa um sparingar á almennum stovnum er sum at stinga hondina í eitt vespureiður, ? men samstundis halda flest øll at samfelagið er ov dýrt rikið
Vit eru samdir um, at tað í høvuðsheitum eru tvinni høvuðsmál í eini samanlegging:
»Góðska og kostnaður«
Mín vón er, at áheitan mín á Annitu á Fríðriksmørk fær undirtøku og at hon setur serkøn fólk at kanna fyrimunir og vansar við eini samanlegging. Eg eri rættuliga vísur í, at ein samanlegging er tað einasta rætta. Tað kunnu framvegis verða tvær redaktiónir, men nógv annað er at verða felags um. Fáa vit ein betri og bíligari loftmiðil, ja so kunnu vit lækka lurtara- og hyggjaragjaldið, sum er alt ov dýrt í dag.
Var í síðstu viku fyri fyrstu ferð inni í SVF. Eg má siga at umstøðurnar eru sera vánaligar at síggja til. Tá Mikkjal Helmsdal skrivar um, at sendinetið er niðurslitið og tann tøkniliga útgerðin eisini trongir til at skiftast út, so er henda støðan eisini ein orsøk til at leggja saman.
Eg taki undir við at játta pening til íløgur í bygning og útgerð, treytað av, at stovnarnir verða lagdir saman og koma at virka undir sama taki. So er bara at vóna at Annita á Fríðriksmørk sær hetta sum ein møguleika.