Meðan stormarnir herja

Sløkkilið og bjargingarfeløg høvdu úr at gera í ódnini leygarkvøldið. Vindmegin var omanfyri 57 m/s í støðum og fleiri enn 60 skaðar vórðu fráboðaðir løgregluni

Meðan stormarnir herja landið, mugu vit enn einaferð takka fyri, at ongin fólkaskaði var, tá veðurgudarnir enn einaferð løgdu alt fyri leygarkvøldið.

Eftir tí sum frættist frá fólki, var ómetaliga nógvur vindur og ring ætt á Argjum, í Hvalba og á Kaldbaksvegnum. Landsverk máldi omanfyri 57 m/s í Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Ymiskt var, nær vindurin var mestur í teimum ymsu økjunum. Onkustaðni longu um sekstíðina, og aðrastaðni millum klokkan 21 og 22.


Nógvir skaðar

Tilsamans vóru eini 50 fráboðanir longu komnar inn sunnumorgunin úr øllum landinum. Sambært vakthavandi, var tíbetur ongin álvarsligur skaði. Hann nevndir slíkt sum gamlar tekjur, leysar plátur, onkur skorsteinur feyk, ein koppaður bátur, sum stóð uppi á landi, knústir rútar og úthús, sum ikki megnaðu at standa ímóti hørðu hvirlunum. Úti í Nólsoy leikaði hart á, har eru 13 skaðar fráboðaðir.


Kring alt landið

Sløkkiliðið í Havn var úti í minsta lagi 40 ferðir. Á Argjum koppaði ein 8,7 tons stórur lastbilur av parkeringsøkinum, og bakrútarnir á tveimum persónbilum vórðu trýstir út í senn. Inni á Sundi fór ein bingja á flog, og lendi tætt við bóndahúsini.

Inni á Skálafjørðinum stóð rættiliga illa til. Skaðar vórðu fráboðaðir allan seinnapartin og út á kvøldið. Hjá OCD í Saltangará fóru tríggir rútar inn, og takplátur rivu av turkihúsinum á Toftum.

Í Hvalba varð sagt, at so nógvur vindur hevur ikki verið síðani í ’88.

- Vit vóru átta mans úti uttan íhald millum 15 og 19. Her eru úthús og hjallar farin, og fiskakassar og plattar, sum liggja og sløðast, segði Signar Olsen úr bjargingarfelagnum.

Lívsfiskastøðin í Skopun fekk sera stóran skaða. Alt takið á bygningunum er rivið av, og fiskakørini standa undir opnum himli, skrivar heimasíðan bkv.fo. Sum skilst er hettar brimskaði. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lívfiskastøðin fær brimskaða.

Í Kollafirði reiv ein flagtekja og eitt bussskýli við betonfundamentið koppaði. Vesturi í Sørvági hendi skaði á eini sethús, sum standa í gerð. Í Fuglafirði sleit ein tjalddúkur av einum skúri við Havsbrún, so hesin varð surraður fastur aftur.

Úr Norðoya Bjargingarfelag og bjargingarfeløgunum í Suðuroyar sunnara og norðaru helvt frættu vit, at har var hampuliga friðarligt. Á Tvøroyri var kortini onkur smáskaði á húsaklædningar.



Myndatekstur:


Hendan myndin er tikin í Kvívík leygarkvøldið. Mynd: Jens Kristian Vang


8,7 tons tungi lastbilurin stóð parkeraður úti á Argjum Hann feyk útav og fórst illa. Mynd: Kristian Dahl



Brimið gjørdi nógv um seg. Serliga Lívfiskastøðin hevur staðið fyri skotum hesaferð. Mynd: Jón Tór Baldvinsson, Skopun


Hjallur í Hvalba. Mynd: Erling Ellendersen


Vindskaðar í viðarlundini í Havn. Mynd: Hannes Gislason