Eyðun Klakstein
Ósmæðin og ágangandi sang hann í mikrofonina.
Orkufulli trubadururin úr Vágunum skrálaði um svíkjarar og hetjur, og meðan bumburnar fullu, gjørdist løtan við Sámali Ravnsfjall á pallinum í mentanarháborgin í Havn ein serstøk løta.
Hansara tulking av einum av føroysku Afzelius-sangunum, sum eru á finna á nýggjari fløgu, sum er gjørd svenska sangskrivaranum og sangaranum til heiðurs, var frálík.
Ákærandi, beisk og erlig.
Júst soleiðis sum Bjørn Afzelius kundi verða í løtum, tá hann ikki var eymur og kerligur.
Eyðun sannførandi
Týskvøldið var konsert í Norðurlandahúsinum í Havn í sambandi við at ein nýggj føroysk fløga við sangum hjá Bjørn Afzelius kom út.
Ymiskir føroyskir tónleikarar og sangarar luttaka nýggju fløguni, sum er gjørd til minnis og heiðurs um svenska tónleikaran, sum doyði tíðliga í fjør.
Á konsertini vóru átta av løgunum framførd av einum serligum føroyskum Afzelius-bólki, og skiftandi sangarar sungu sangirnar.
Eyðun Nolsøe var í front helvtini av tíðini, og hann var væl fyri. Hann sang sangir sum Juanita, Ikaros og Sangur til frælsi, og tað gjørdi hann sannførandi.
Inniligt og intenst
Umframt Eyðun sang eisini ein annar stórur føroyskur sangari, Kim Hansen, tvey av teimum stillu og vøkru løgunum hjá Afzelius.
Og tær løturnar vóru inniligar og intensar. Sangurin um skilnaðin og stríðið í kjalarvørrinum av eydnusomum kærleika - sangurin um Dukkuheimið - gevur vanliga fólki eitthvørt at hugsa um, og framførslan hjá Kim Hansen av hesum sangi var flott.
Kim sang eisini ein annan av friðarligu Afzelius-sangunum - Elska meg nú - og tað var í sama stíli.
Heri Kragesten framførdi ein sang. Tað var sangurin um tankarnar, tú fært, tá tú verður fimti.
Og so var tað eisini framfýsna framførslan hjá Sámali Ravnsfjall.
Ymiskar síður
Føroysku týðingarnar av sangunum hjá Bjørn Afzelius stóðu seg sera væl á konsertini, og spurningurin er nú, hvussu fløguútgávan fer at standa seg.
Eins og á fløguni var pláss gjørt fyri ymiskum síðum av sangskrivingini hjá Afzelius á konsertini.
Svenski sangskrivarin kundi jú bæði syngja teir vøkru og hugtakandi sangirnar, men hann kundi sanniliga eisini hava peikifingurin á lofti, meðan hann sang sínar bersøgnu tekstir um politisk ella menniskjalig viðurskifti av ymsum slagi.
Eisini lagsbróðurin
Danski sviin Mikael Wiehe hevur samstarvað nógv við Bjørn Afzelius. Teir komu sær báðir fram í sjeytiárunum, tá teir spældu saman í bólkinum Hoola Bandoola Band.
Seinnu spældu teir aftur saman, og teir settu eisini gongd á sínar solokarrierur.
Mikael Wiehe luttók eisini á konsertini í Norðurlandahúsinum, og hann tosaði og sang um politisk viðurskifti, um at basa levnaðinum at ytsta høgravonginum og at virða mannarættindini.
Ideologin og hugsjónin var týðandi partur av framførsluni, men hann kláraði eisini at krydda hana við humori, so tað gjørdist undirhaldandi.
Tað var ein góð føroysk byrjan, og tað endaði við væl umhugsaðum orðum og tónleiki frá einum politiskt sannførdum svia.
Kanska var tað eisini sangur til frælsi.