........ í meðan bresta “kinesarar” í Føroyum

Politiski leikurin í longum talvi eru mangir og vit, sum síggja og lýða á, hava lyndi til at halda, at innihaldið í tí sum kjakast verður um, gerst alt torskildari

Í hesum døgum, meðan ítróttarfólk eru savnaði til olympisku leikirnar í Kina, bresta “kinesarar” í Føroyum. Onkur vil bresta hol til Skopunar, meðan onnur vilja bresta tað sindrið av samgongu vit hava í Føroyum.

Politiska skipanin stendur fyri skotum, og meðan fólk sum frægast royna at renna undan skotum – nú eisini á Argjum – tykist tað at verða torført at skapa politiskan stabilitet í Føroyum.

Politiska landslagið hevur verið darvað av, at einstaklingar vilja fremja einstøk mál, sum fyri ein hvønn prís, skulu fremjast.

Vit trivla okkum fram og vóna, at allur hesin roykurin, sum stendst av skotunum, hevur okkurt endamál, ella skulu vit óttast at politiska skipanin fjalir útyvir nakað?

Vit kunnu bara staðfesta, at alt ov lítið kjak er um týdningarmiklar tættir í tí føroyska vælferðarsamfelagnum. Hetta er ikki bara galdandi fyri løgting og landsstýrið, men so sanniliga eisini í tí politiska umhvørvinum sum heild. Vit eygleiða tann politiska sjónleikin sum verður sýndur og undrast yvir illa uppsettu pallmyndirnar.

Eisini undrast vit yvir, at hóast nógv orð verður nýtt, er so lítið samskifti.

Skulu vit ikki taka okkum saman?