Meðan bíðað verður eftir Sandoyartunlinum

- Tað ringasta er at bíða og bíða í óvissu. Høvdu vit so av øllum ringum fingið at vita, at undirsjóvartunnilin kom í 2020 ella í 2025, so var tað betri. Men í dag vita vit púrt einki, og tað er djúpt frustrerandi, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi

Sandur: - Ja, høvdu vit bara fingið eitt árstal at halda okkum til. Tað hevði lætt so ómetaliga nógv um, sigur borgarstjórin.

Bæði fólk og politikkarar á Sandoynni vístu sín stóra áhuga í at fáa ætlanina um Sandoyartunlin framda.

Tey høvdu bæði sæð og frætt um tað gagn og ta menning, sum hevði verið í Vágum og Norðoyggjum eftir at hesi fingu fast samband við meginøkið. Nú ynsktu sandoyingar at fáa lut í hesum sama.

Men illa gekst at fáa ætlanina framda og samtykta, og í dag veit eingin um, ella nær henda stóra og kostnaðarmikla verkætlanin verður sett í verk.

- Beint nú er holdningurin her suðuri tann, at tunnilin er útskotin í óasetta tíð. Og tað er klárt, at hetta er til miklan ampa fyri okkum sum búgva her suðuri, slær Brandur Sandoy fast.

Á kommunuskrivstovuni á Sandi hava tey eisini merkt til hesa gongdina. Fyri nøkrum árum síðani vóru fleiri sum kannaðu møguleikan at fáa grundøki at byggja á.

Í dag kemur tað næstan ikki fyri!


Óheppin gongd

Tað er neyvan nakar sandoyingur, sum ikki ynskir sær ein undirsjóvartunnil, ella dugir at síggja, hvussu neyðugur ein slíkur er fyri menningina av oynni.

Ein skal ikki hava tosað leingi við fólkið á Sandoynni fyrrenn ein sær og skilir, at fyri tey er hetta eitt álvarsmál - og fyri mong helst eisini ein spurningur, um nøkur orsøk er at verða verandi á oynni. Hetta er ikki bara galdandi fyri tey sjálvi, men so sanniliga eisini fyri eftirkomarar teirra.

Tá ein tosar við fólk á oynni, er meiri at kalla líkt til, at tey harmast um at henda stóra ætlanin - og ikki minst oyggin sjálv - er á mangar mátar sett á “standby”. Spurningurin er, um oyggin hevur nakra framtíð, ella fólk tíma at bíða eftir tunlinum.

Hetta sama prógva eisini hagtølini fyri talið av sandoyingum. Hagstovan hevur við millumbilum kunngjørt, hvussu broytingarnar í fólkatalinum eru, og ein skal ikki leita leingi eftir tølunum fyri Sandoynna, fyrrenn ein sær ta óhepnu gongdina.


Vit skulu liva

Í 1985 búðu 1682 fólk í oynni, og er hetta størsta talið tey seinastu 25 árini. Síðani hevur bara gingið niður á bakka við fólkatalinum, og liggur talið nú rættiliga støðugt um tey 1400. Við ársskiftið var tað kortini komið niður á 1338.

Tað var eitt tíðarbil fyri nøkrum árum síðani, tá líkindi vóru fyri, at arbeiðið at gera tunnilin fór at byrja nakað skjótt. Men fólk mugu bara brynja seg við toli í dag, og tí er tað helst so, sum Brandur Sandoy tekur til:

- Vit skulu kortini liva, inntil tann dagurin rennur upp, tá koyrandi verður inn á meginøkið!

Hóast líkt er til, at tað enn fara at ganga nøkur ár til Sandoyartunnilin gerst veruleiki, so fegnast sandoyingar um tey tiltøk, sum verða sett í verk í oynni í næstum.

Eitt av hesum er samtyktin um at byggjast skal ein ítróttarhøll, sum landið skal gera. Fólk fegnast sjálvandi um hetta, men tað eru kortini tey sum meta hetta sum eitt slag av “endurgjaldi” fyri tunnilin sum ikki kemur enn á sinni.

- Vit eru sjálvandi glað fyri at fáa høllina, eingin ivi um tað. Men okkara hægsta ynski er kortini at fáa ein undirsjóvartunnil!






Fólk vóru positiv



Málið um Sandoyartunnilin hevur verið frammi við millumbilum á politiska leikvøllinum, eftir at tosið av álvara kyknaði upp fyri eini 10 árum síðani.



Sandoy: Onkutíð var komið so nær, at fólk so smátt byrjaðu at síggja fram til dagin, tá fyrsta skotið skuldi loysast av.

Mong munnu minnast løtuna á havnarlagnum í Skopun, tá tingmenninir úr oynni fingu hetjumóttøku eftir at tingið hevði samtykt at fara undir ætlanina.

Men hvussu var stemningurin á Sandoynni um hetta mundið?

- Jú, tað merktist so sanniliga á fólki, at her fór okkurt gott at spyrjast burturúr. Tíðirnar vóru góðar og fólk vóru sera positiv.

- Tað gekk væl í samfelagnum, og fólk gleddu seg til at kunna koyra til Havnar á fyrsta sinni, sigur Brandur Sandoy.

Ein fylgja av hesi positivu gongdini var, at fólk komu við fyrispurningum um grundøki at byggja sethús á. Kommunurnar vóru við í hesum sama, og fleiristaðni fóru útstykkingar í gongd.

Fleiri hús vórðu bygd norðarlaga í Skopun, í Húsavík vórðu fleiri útstykkingar gjørdar og hús bygd, og tað sama gjørdi seg galdandi heima á Sandi.

Men so steðgaði alt mestsum upp!


Vónbrot

Líka so stórt sum bjartskygnið var, líka so stórt gjørdist vónbrotið, tá avgerðin um tunnilin varð tikin og ætlanin skotin út í framtíðina enn einaferð.

- Tað er klárt, at hetta kom eisini at merkja tað vanliga fólkið. Nú gjørdust fólk ikki so positiv longur, og hetta órógvar fólkið rættiliga nógv.

Ein beinleiðis fylgja av útsetingini er, at lítið kemur í oynna av ungum fólki. Hetta skilir man fyri sovítt eisini, tí tað unga fólkið vil vera nærri miðøkinum.

Tað er snøgt sagt ov stór fjarstøða millum fólkið á Sandoynni og tey mongu tilboðini um bæði arbeiði, frítíðarítriv og annað sum finst á meginøkinum.

Hvussu stór henda fjarstøðan er, gevur Brandu Sandoy eitt dømi um:

Ein dagin herfyri var hann á fundi í Havn, og tá hann skuldi suðuraftur við Teistanum var long røð av bilum á Gomlurætt.

- Ja, henda røðin var so long, at eg mátti bíða í heilar 9 (níggju!) tímar, áðrenn eg slapp við.

- Nei, hetta er ikki beinleiðis nakað sum ein kann bjóða fólki í dag.

Líkt er til, at sandoyingar hava sjáldsama gott tol og evnir at bíða eftir bátinum í Skopun ella á Gomlurætt.

Men borgarstjórin á Sandi hugsar longur enn hetta:

- Hetta við bíðitíðini ávirkar sjálvandi vinnulívið her í oynni og ætlanirnar hjá øðrum at seta seg niður her.

- Tí tað er neyvan nøkur fyritøka sum fer at koma hendavegin, tá tað er so trupult at sleppa fram og aftur!





Ágangur ímóti Sandoynni

Ágangurin á okkum sum samfelag á Sandoynni, hevur verið sera stórur. Serliga er tað samband okkara við meginøkið, sum man hevur hug at gera seg inná, bæði tá um fíggjarlógartingingar og sjúkratilbúgving umræður.

Hetta kemst allarhelst av, at man í tí almenna rúminum ikki hevur nóg stórt innlit og innliving í, hvussu okkara støða er, sum útjaðari í samfelagnum. Vit sum búgva á Sandoynni, hava tí eina stóra uppgávu fyri framman tey komandi árini.

Vit mugu vísa í verki, at vit eru før fyri at standa saman, um at krevja okkara rætt sum samfelagsborgarar.

Somuleiðis mugu vit gera betri vart við, at vit ikki eru nøkur útreiðsla fyri samfelagið, sum tað hevur ljóðað síðstu árini, men at vit hava eitt stórt potentiali innan flestu greinar.

(Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi)





Ein pestilensur

Enn verður nógv tosað, men tosið er, fyri tey sum búgva á Sandoynni, meiri vent til frustrasjónir, av tí at man ikki sær nakað úrslit.

- Fyri tey, sum ikki búgva á Sandoynni, er Sandoyggin og tað afturvendandi tosið um tunnil, vorðið til ein pestilens, til grát og tannagrísl um henda vælsignaða Sandoyartunnilin, sum vit jú ikki hava ráð til, og um henda veruleikan, sum hesi ólukku fólkini á Sandoynni ikki duga at síggja í eyguni. - Við at búgva á Sandoynni, má tú ásanna, at tú hevur ikki, og fyribils kemur tú heldur ikki at hava somu møguleikar sum onnur nærri miðøkinum hava, vísir Brandur Sandoy á.

(Sosialurin, 12. februar 2010)