Góð 62 tons vóru á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í dag, harav umleið 24 tons vóru toskur. Toskur II fekk meðalprísin 18,12 krónur, toskur III fór fyri 15,96, og meðalprísurin á toski IV var 13,41 krónur fyri kilo.
Knappliga átta tons vóru av hýsu í dag. Tað mesta var hýsa II, sum fór fyri 11 krónur í meðal fyri kilo.
Rættiliga fitt var av havtasku, góð 17 tons. Meginparturin var stødd III og III, sum fóru fyri ávikavist 35,84 og 36,11 krónur fyri kilo í meðal.
Tey 62 tonsini, sum vóru á uppboðnum í dag, fóru fyri góðar 1,2 millión krónur, so meðalprísurin var høgur, 19,93 krónur fyri kilo.










