Fótbóltur
Skotski venjarin, Alex McLeish, fjaldi ikki, at hann var ovurfegin um, at tað hevði eydnast at vinna øll stigini á Svangaskarði, har hagtølini ikki hava verið við Skotlandi tvær tær seinastu ferðirnar.
- Hetta hevur verið eitt langt kappingarár fyri spælararnar, og hetta hevur verið eitt framúr gott ár fyri Skotland. Andin á liðnum er góður, men tað kennist eisini, at spælararnir eru troyttur, og at teir nú treingja til at hvíla seg. Tí var tað so gott, at teir megnaðu at halda fokus og vinna her í dag.
Eru vónirnar við sigrinum betraðar fyri at røkka endaspælinum?
- Nú fegnast vit um henda sigurin. Hann ber við sær, at vit framvegis hava møguleika sjálvir at gera lagnu okkara av, hóast eingin ivi er um, at Frakland og Italia eru favorittar. Um tað undan síðsta dystinum, sum verður ímóti Italia á heimavølli, framvegis verður soleiðis, at Skotland fer at hava møguleika at røkka endaspælinum, so fer tað at kennast hugaligt hjá øllum skotum.
Umførini vóru rættuliga ymisk?
- Eg var væl nøgdur við 1. hálvleik, tá ið vit hava nógv spæl og skapa fleiri málmøguleikar. Eftir steðgin hava vit lítið at siga. Føroyska liðið spældi fínan fótbólt í 2. hálvleiki, tá ið teir settu okkum undir rættuligt trýst, og teir vóru óhepnir ikki at fáa mál. Vit hava ein góðan málverja, og hann bjargaði okkum.
Vóru tað nakrir føroyskir spælarar, sum tú serliga legði til merkis?
- Eg legði serliga til merkis, at spælararnir, sum dagliga eru í donskum feløgum, men sum heild spældi Føroyar væl í 2. hálvleiki, svaraði væl nøgdi Alex McLeish, áðrenn hann og stóra skotska pressufylgi fór vestur í Vágar og aftur til Skotlands at halda summarfrí.
Í heyst fæst at síggja, um Alex McLeish og hansara menn um eitt ár fara at halda summarfrí, ella um teir fara at luttaka í EM endaspælinum í Sveis og Eysturríki.









