Formil 1
Bæði í royndarkoyringum og tíðarkoyringini tyktist Ferrari, at hava munin í Malaysia, men greitt var, at McLaren bilarnir vóru sera tætt við at vera líka skjótir. Í koyringini hevði McLaren munin.
McLaren bilarnir við Fernando Alonso og Lewis Hamilton byrjaðu munandi betur enn Ferrari bilarnir frammanfyri teir. Alonso fór av 2. byrjunarstøðu upp til oddasessin, meðan Hamilton fór framvið bæði Kimi Räikkönen og Felipe Massa upp á 2. pláss. Hesar støður megnaðu teir at halda alla koyringina.
Massa bukkaði undir trýstinum
Hamilton var nógv trýstur fyrstu løtuna av Massa. Men bardist harðliga fyri sínum plássi. Hvørja ferð Massa fór framvið, yvirhálaði Hamilton aftur. Framúrskarandi koyrt av unga Hamilton, og Massa var sjónliga merktur av tí. Hetta psykiska trýsti tyktist eisini at vera beinleiðis orsøk til, at Massa undir eini yvirháling ikki megnaði at halda bilin á breytini og fór útav. Hóast Massa er ein tann skjótasti maðurin í formil 1 í løtuni, tykist psykan at vera ein veruligur trupulleiki fyri unga brasiliumannin. Hesaferð endaði hann í øllum førum á 5. plássi aftan fyri bæði Räikkönen og Heidfeld.
Hamilton gav Alonso fyrimun
Hamilton megnaði ikki, trýstur av Massa og Räikkönen, at halda ferðini, ið Alonso hevði, og endaði sostatt við at geva liðfelaganum ein stóran fyrimun, eina løtu var Alonso 15 sekund frammanfyri unga liðfelagan. Tað tyktist sum um Ferrari mesta partin av degnum hevði ein nóg skjótan bil til at fylgja við, men ikki nóg skjótan til at fara framvið McLaren bilinum. Hóast Räikkönen og Massa trýstu bilarnar frammanfyri seg móti endanum var úrslitið, at top 4 var tað sama sum eftir 5 umfør. Räikkönen koyrdi sera ódramatiskt og tað var ikki fyrr enn í allar síðstu løtu, at hann fór at trýsta Hamilton. Eisini Massa aftan fyri Heidfeld tyktist at hava brent seg av fyrstu avkoyringini, og tordi heldur ikki veruliga at trýsta bilin frammanfyri fyrr enn ov seint var.
Brawn manglar
Ferrari tyktist at hava líka skjótan bil sum McLaren í dag, men taktikkurin hjá nú fráfarna taktikstjóranum Ross Brawn manglaði. Í Brawn hevði Ferrari altíð evnini at tillaga koyringina eftir umstøðunum, men í Malaysia tyktist taktikkurin heldur hjálparsleysur.
Nógvur hiti men fáir trupulleikar
Hóast asfalt hitin var umleið 50 hitastig, so vóru óvanliga fáir tøkniligir trupulleikar í Malaysia. Eftir 43 umfør harav tey flestu á 6. plássi gav Williams-Toyota bilurin hjá Nico Rosberg upp anda, og ungi týskarin við teimum finsku rótunum mátti skuffaður ganga aftur í pittin. Eisini David Coulthard, Christijan Albers og Adrian Sutil góvust, men hetta er eitt rættiliga lágt tal.
Úrslit Byrjunarst. Navn Lið Stig
1 2 Fernando AlonsoMcLaren-Mercedes 10
24 Lewis Hamilton McLaren-Mercedes 8
33Kimi RäikkönenFerrari 6
45 Nick HeidfeldBMW 5
51Felipe MassaFerrari 4
612Giancarlo FisichellaRenault3
78Jarno TrulliToyota 2
811Heikki KovalainenRenault1
919 Alexander WurzWilliams-Toyota
1010Mark WebberRed Bull-Renault
1122Rubens BarrichelloHonda
1215Jenson ButtonHonda
1314Takuma SatoSuper Aguri-Honda
1417Scott SpeedSTR-Ferrari
159Ralf SchumacherToyota
1618Anthony DavidsonSuper Aguri-Honda
1716Vitantonio LiuzziSTR-Ferrari
187Robert KubicaBMW
Givnir
-6Nico RosbergWilliams-Toyota (tøkniligir trupulleikar)
-13 David CoulthardRed Bull-Renault (tøkniligir trupulleikar)
-20 Christijan AlbersSpyker-Ferrari (tøkniligir trupulleikar)
-21Adrian SutilSpyker-Ferrari (tøkniligir trupulleikar)
HM støðan F1 koyrarar
1Fernando AlonsoSpania18
2Kimi Räikkönen Finland16
3Lewis HamiltonOngland14
4Nick HeidfeldTýskland10
5Giancarlo FisichellaItalia7
- Felipe MassaBrasilia7
7Nico RosbergTýskland2
- Jarno TrulliItalia2
9Ralf SchumacherTýskland1
- Heikki KovalainenFinland1
HM støðan fyri F1 lið
1McLaren-Mercedes32
2Ferrari23
3BMW10
4Renault8
5Toyota3
6Williams-Toyota2