Formula 1: Bretarnir báðir, Lewis Hamilton og Jenson Button, sum báðir koyra fyri McLaren-Mercedes byrja á ávíkavist fyrsta og øðrum plássi, tá Grand Prix kappkoyringini í Maleisia byrjar tíðliga í morgin. Michael Schumacher er á triðja plássi, meðan verandi heimsmeistarin, Sebastian Vettel, byrja á sætta plássi.
Jenson Button vann fyrstu kappkoyringina í Avstralia, meðan liðfelagin Lewis Hamilton kom á mál sum nummar tvey. McLaren-Mercedes hevur gjørt eitt gott arbeiði við bilinum og eru helst favorittar á koma fyrstir á mál í morgin.
Úrslitini í tíðarkoyringini síggjast HER
Meira um koyribreytina í Maleisia HER