McLaren kann verða blakað úr formil 1 kappingini

Fernando Alonso vann koyringina í Monako. Men ungi liðfelagin Lewis Hamilton, var ta einu løtuna heilt tætt aftan fyri Alonso, og hann sá út til at trýsta liðfelagan eina stutta løtu, áðrenn hann gavst við at trýsta og fekk enn eitt annað pláss.

Í Monako er nærum ómøguligt at fara framvið bilum, og yvirhálingarnar kunnu teljast á einari hond, so hetta tyktist sum so ikki løgið. Men eftir koyringina viðgekk Hamilton, at hann hevði fingið boð um ikki at trýsta ella fara framum liðfelagan Alonso. Sambært reglunum hjá FIA, er tað ikki loyvt at brúka sonevnd liðboð, har ein av koyranum fær boð um ikki at fara framum hin. Motorítróttarfelagið FIA kannar tí McLaren sigurin í Monako.

Reglugerðin varð broytt, tá Ferrari fyri nøkrum árum síðan góvu Rubens Barrichello boð um at lata Michael Schumacher koma framvið honum og fáa sigurin. Henda hending østi nógv fólk, og hóast reglugerðin ikki var heilt greið tá, so fekk Ferrari eina millión $ í bót.

Formil 1 stjórin Ecclestone sigur í dag, at um McLaren far eina líknandi bót, so er tað væl sloppið.

- Tey kunnu verða koyrd burturúr kappingini um heimsmeistaraheitið, ella kunnu stig verða tikin frá liðnum. Ein bót til eitt ríkt lið sum McLaren hevði ikki havt somu ávirkan, sum at taka stig frá liðnum, sigur Ecclestone við Reuters.

Hann vísir á, at um man velur at geva bót, so kundi henda verið met stór. Størstu bótina higartil, fingu Turkisku formil 1 fyriskipararnir í fjør, hon var áljóðandi 5 milliónir $.

Ecclestone vísir tó á, at revsingin ikki eigur at raka føraran, men liðið. Tí førarin ger bara eftir boðunum.