McGovern deyður

Fyrrverandi amerikanski senatorurin George McGovern, sum royndi seg sum demokratiskt valevni ímóti Richard Nixon, forseta í 1972, er deyður.

Undir valstríðnum í 1972 var McGovern ímóti krígnum í Vietnam, men úrtøkan var lítil. Tá valið kom, fekk McGovern bara 37,5 prosent av atkvøðunum, og hetta er tann størsti ósigurin, sum nakað valevni hevur fingið á einum amerikonskum forsetavali nakrantíð. McGovern vann bara í Massachusetts og Washington D.C.

George McGovern sat í Senatinum frá 1963 til 1981 umboðandi statin South Dakota.

Tað seinasta árið hevði hann trupulleikar við heilsuni og var fleiri ferðir á sjúkrahúsi. Fyri hálvari aðru viku síðani varð hann aftur innlagdur, og í nátt doyði hann. Hann var5 90 ára gamal.