McDonald tekur sær av venjingini

Av persónligum ávum noyddist Brian Kerr at flúgva heim til Dublin í Írlandi í gjár. John McDonald, hjálparvenjari á føroyska fótbóltslandsliðnum, hevur ábygdina av venjingunum hjá landsliðnum í dag. Eftir at vera komnir til Skotlands og hava vant sunnudagin, noyddist Brian Kerr av persónligum ávum at fara aftur til Dublin í Írlandi. Brian Kerr vónar, at hann fær verið aftur í Skotlandi í morginárini, soleiðis at hann fær leitt venjingina undan sjálvum dystinum. Men inn til ta tíð er tað John McDonald, sum hevur høvuðsábyrgdina og skipar fyri.