Scott McClellan, sum var talsmaður hjá Hvítu Húsunum og George W. Bush, forseta frá 2003 til 2006, skrivar í einari nýggjari bók, at hann bleiv lumpaður til at geva fjølmiðlunum skeivar upplýsingar um, hvussu loyniligar upplýsingar um ein fyrrverandi agent hjá CIA vóru komnar fyri almenningin. Í bókini, sum kemur út til várs, skrivar McClellan, at hann fekk skeivar upplýsingar frá teimum ovastu embætismonnunum í Hvítu Húsunum, og at bæði George W. Bush, forseti og Dick Cheney, varaforseti vóru vitandi um tað. Dana Perino, sum nú er talskvinna hjá Hvítu Húsunum, sigur í einari viðmerking, at forsetin hevur ongantíð biðið nakran bera skeivar upplýsingar.








