McCartney-umboð arbeiðir fyri Lenu

Fyrrverandi umboðsmaður hjá Paul McCartney arbeiðir við at føra Lenu Andersen fram í útlandinum

Hann hevur verið stjóri fyri plátufelagið Polydor UK, hann hevur havt leiðandi starv hjá Sony Europe, og hann hevur verið persónligur umboðsmaður hjá Paul McCartney í sjey ár. Nú hevur Rochard Ogden sítt egna umboðsfelag, og eitt av teimum fáu nøvnunum, sum hann hevur tikið til sín, er føroyska Lena Andersen.
? Eg arbeiði ikki við nøkrum ávísum stíli ella slagi av tónleiki. Mær dámar góðan tónleik, og eg eri fegin um at arbeiða við tónleikarum, sum eru góðir, áhugaverdir og kunnu koma langt, sigur Richard Ogden við heimasíðuna Hitquarters.

Rósur til Lenu
Hann plagdi at hava nógv jørn í eldinum, men hann hevur nú repa seglini eitt sindur og arbeiðir heldur við nøkrum fáum nøvnum í sínum egna felag.
? Í løtuni arbeiði eg við Bomfunk MC´s, vit hava ein nýggjan punkbólk, sum kallast TAT, og vit arbeiða eisini við einum fantastiskum singer-songwriter úr Føroyum, sum eitur Lena. Hon ger tónleik saman við manninum hjá sær Niclas Johannesen, sigur Richard Ogden við Hitquarters.
Hann hevur verið umboðsmaður hjá Bomfunk MC's í nógv ár. Hann var við, tá bólkurin fekk gjøgnumbrot, og hann stýrir teimum framvegis.
Størsta uppgávan hjá Richard Ogden var frá 1987 og sjey ár fram, tá ið hann var umboðsmaður hjá Paul og Lindu McCartney.
Nú brúkar hann síni sambond og sína vitan til at føra Lenu Andersen fram uttanlands.