Paul McCartney segði herfyri við BBC, at hann heldur, at tað er við at vera tíð til at geva út at kalla ókenda lagið hjá Beatles ?Carnival of Light?.
Improviseraði sangurin varð tikin upp í 1967 eftir venjingina av lagnum ? Penny Lane ?. Síðan tá hevur Beatles bert spælt sangin eina ferð saman live. Sangurin rúmar eina røð av psykadeliskum skríggjum.
Áðrenn ?Carnival of Light? kann verða givin út, skal Paul McCartney tó hava loyvi frá Ringo Star, Yoko Ono, einkjuni hjá John Lennon, og Olivia, einkjuni hjá Harrison.