McCartney eftir kópaveiði

Paul McCartney vil hava ES at steðga øllum handli við úrdráttum úr kópi Heimskendi tónleikarin Paul McCartney vil nú hava ES-tingið at banna øllum handli við úrdráttum av kópi í ES-londunum.

Í einum skrivi til tingið skrivar hann millum annað, at lagnan hjá túsundtals nósum liggur í hondunum hjá tinglimunum. Harumframt er Paul McCartney við í einum átaki, sum savnar undirskrivtir ímóti kópaveiði.

Á einum fundi fyri einum mánað síðani tóku meirilutin av teimum 27 ES-londunum undir við at banna øllum handli við vørum úr kópi, men bæði Noreg og Kanada hava sagt, at tey fara at kæra eina tílíka avgerð fyri altjóða handilsfelagsskapinum WTO.