Í samrøðu við News of The World, sigur Gerry McCann, at foreldrini hava mist álitið á løgregluni í Portugál. ? Í eini skipan, tú ikki kennir og ikki hevur álit á, er hetta, sum hent er, ógvuliga ræðandi, sigur hann Foreldrini hjá Madelinu eru ikki longur í Portugál, men heima aftur í Bretlandi.
Tíðliga í morgun komu tey til flogvøllin í Faro í Algarve, har føroysk ferðandi mangan hava verið. Portugisiska løgreglan ?slúsaði? tey inn um eitt VIP-portur á farstøðini, og í flogfarinum høvdu tey fingið pláss einsamøll heilt har frammi.
Familjan McCann taldi fimm, tá tey komu til Portugáls at halda summarfrí. Nú tey fara heimaftur, eru tey fýra og dóttirin Madelina, sum bleiv burtur 3. mai í ár, er ikki aftur í aftur komin enn. Undir allari leitingini hava foreldrini sagt, at tey fóru ikki heimaftur uttan Madelinu.
- Vit hava ikki dripið gentuna, sigur pápin, Gerry McCann við News og the World.
Tað eru nú stívliga 4 mánaðir, síðan dóttirin hvarv í íbúðini í Praia da Luz í Algarve.
Tá flogfarið við McCann-familjuni fór á flog í Faro, segði talskvinnan hjá familjuni, Justine McGuinness.
- Tey fara heim í dag sum upprunaliga ætlað, eftir at tey neyvt hava mett um teir seinastu dagarnar og hendingarnar. Tvíburðarnir, Shaun og Emely, hava tørv á einum vanligum lívi aftur í sínum heimlandi. Familjan hevur brúk fyri at gjøgnumganga og meta um tað, sum er hent seinastu dagarnar. Tey mugu eisini meta um, hvussu tey kunnu koma víðari við lívinum.
Familjan McCann er sannførd um, at leitingin eftir gentuni má halda fram.
- Tey takka øllum, sum hava stuðlað teimum og hava luttikið í leitingini, sigur McGuinness.
Hon legði aftrat, at tað er so nógv, sum foreldrini kundu hugsað sær at sagt, men portugisisk lóg forðar teimum í løtuni til at úttala seg um sjálvt málið.
- Kortini vilja tey gera púra greitt, at tey hava einki við burturblívingina hjá Madelinu at gera.
McGuinness legði dent á, at heimferðin hjá McCann-hjúnunum er í fullari semju við myndugleikarnar í Portugál.
Í samrøðu við News of The World, sigur pápi Madelinu, Gerry McCann, at foreldrini hava mist álitið á løgregluna í Portugál.
? Í eini skipan, tú ikki kennir og ikki hevur álit á, er hetta, sum er hent, ógvuliga ræðandi. Vit eru púrasta ósek, og vit vilja hava nøvn okkara reinsað, sigur hann og leggur aftrat, at hann ongantíð hevði væntað at noyðast í fjølmiðlarnar at fortelja, at hann og konan ikki hava dripið egnu dóttir teirra.