John McCain fer eftir øllum at døma at vinna stórt við primervalið í New Hampshire. Hillary liggur eitt vet frammanfyri Obama Atkvøðurnar verða nú taldar í spennandi primervalinum í amerikanska statinum New Hampshire. Tá 12% av atkvøðunum eru taldar liggur John McCain á odda við 37%, meðan Mitt Romney hevur fingið 28%. Eygleiðarar meta, at McCain við hesum sigrinum fer helst at hava góðan møguleika at gera forsetavalevnið fyri republikanska flokkin. Hetta kemur rættiliga óvart á, tí hann hevur higartil ikki ligið so frammaliga í veljarakanningunum. John McCain verður mettur at vera republikanska svarið uppá Obama.
Sera tætt er millum Hillary Clinton og Barack Obama. Hon hevur í skrivandi løtu 40% og Obama 36%.