Vinnur John McCain forsetavalið, fer hann at velja nakrar demokratar til ráðharrar -Eg veit ikki, hvussu mangir teir verða, men tað verður í hvussu er meiri enn ein, segði McCain við sjónvarpið CBS í gjár.
Hann segði, at sum forseti fer hann at manna stjórnina við teimum bestu heilunum í USA.
Bæði McCain og kappingarneyti hansara, Barrack Obama, lova broytingar í Washington aftan á valið.