John McCain vann republikanska uppstillingarvalið í South Carolina í gjár, men sigurin var tepur John McCain fekk 33 prosent av teimum republikonsku atkvøðunum í South Carolina, og Mike Huckabee var í hølunum á honum við 30 prosentum.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at sigurin kann fáa stóran týdning fyri McCain. Hetta er annar sigur hansara, tí hann vann eisini í New Hampshire.
Tá John McCain royndi at gerast forsetavalevni í 2000, tapti hann í South Carolina. Men hesaferð gekk so betur.










