Tann 71 ára gamli John McCain hevur vunnið uppstillingarvalið hjá republikanarunum í Florida Tann gamli Vietnam-krígsfangin John McCain tók í nátt eitt týðandi stig í kappingini um forsetauppstillingina hjá republikanarunum í USA.
Í morgun kunngjørdi valnevndin, at John McCain hevði fingið 36 prosent av teimum atkvøðunum, sum vóru taldar, og at Mitt Romney var næstur honum við 31 prosentum.
Fyrrverandi New York-borgarstjórin Rudy Giuliani hevur rikið eitt langt valstríð í Florida, men kortini endaði hann á triðja plássi, skrivar Reuters.