McCain: -Tað var mín skyld

John McCain ásannaði í síni takkarrøðu í nátt, at fólkið hevði talað, og hann segði seg hava stóra virðing fyri Barrack Obama

Valfyriskipararnir hjá John McCain høvdu leigað eitt høli í tí fína Biltmore-hotellinum í Phoenix at fylgja við valúrslitunum í gjárkvøldið. Ta fyrstu løtuna var hýrurin góður, millum annað takkað verði undirhaldi hjá tí yngra Hank Williams, men tá úrslitini frá teimum einstøku valstøðunum og statunum fram við eysturstrondini byrjaðu at koma upp á stórskíggjan, fánaði rómurin spakuliga. Tað gjørdist longri og longri ímillum gleðirópini. Ístaðin hoyrdust fólk suffa, tá tey sóu tølini á skíggjanum.

Tá so Fox News, sum hevur verið ein av teimum trúgvu stuðlunum hjá McCain teir seinastu mánaðirnar, boðaði frá, at Barrack Obama hevði vunnið í ivastatinum Ohio, byrjaðu viðhaldsfólkini á Biltmore-hotellinum at skilja, hvønn veg tað bar.

Tá so sjónvarpið løtu seinni kunngjørdi, at Obama eisini hevði vunnið í Pennsylvania, sum eisini sambært kanningunum kundi fara báðar vegir, skiltu fólk, at her var lítið og einki at gera. So kom løtan, sum viðhaldsfólkini hjá Mccain høvdu stúrt fyri, tá CNN og fleiri av hinum sjónvarpsstøðunum kunngjørdu, at demokratiska valevnið Barrack Obama hevði vunnið valið.

John McCain ringdi til Obama og ynskti honum tillukku við sigrinum. Tíggju minuttir seinni fór hann á pallin í Phoenix.

 

Rósti Obama

Eftir at hava staðfest úrslitið rósti John McCain kappingarneytanum Barrack Obama, sum hann segði hava eini sjáldsom evni at fáa fólk við sær. Hetta hóvaði ikki stuðlum hansara. Fleiri fóru at láta, hvørja ferð McCain nevndi Obama, men tað hóvaði ikki tí gamla senatorinum.

-Please, segði hann sinniliga og lyfti hendurnar fyri at fáa tey misnøgdu at binda frið, so hann kundi halda fram.

-Fólkið hevur talað, og fólkið hevur talað týðiliga, segði hann og helt fram:

-Eg havi virðing fyri hansara avriki, og eg havi stóra virðing fyri hansara evnum at ávirka so mong ung, sum ongantíð hava hildið, at eitt forsetaval hevði nakran týdning fyri tey. Hesum evnum hansara havi eg stóra virðing fyri, segði John McCain.

Hann segði, at valið í gjár var søguligt.

-Eg dugi væl at síggja, at hetta hevur týdning fyri tey svørtu í USA. Vit eru komin langt burtur frá tí órættinum, sum var ein skammblettur fyri hetta landið, segði tann 72 ára gamli senatorurin.

Hann viðgekk, at sjálvandi var hann vónsvikin, men hann legði dent á, at tað var hann sjálvur, sum hevði skyldina av úrslitinum og ikki tey mongu, sum hava arbeitt fyri republikanska flokkin í valstríðnum. Fleiri teirra hava arbeitt alt samsøgrið í mánaðir.

 

Palin ikki gloymd

Varaforsetavalevnið Sarah Palin og húski hennara vóru á Biltmore-hotellinum í nátt, og McCain gloymdi hana ikki, tá hann helt takkarrøðu.

-Eg eri henni takksamur fyri, at hon hevur lagt so nógva orku í valstríð okkara við tí máli at vinna, segði John McCain.