John McCain var munandi meiri álopskendur í tí seinasta sjónvarpsdystinum við Barrack Obama, sum var í nátt Sambært meiningakanningunum er John McCain langt aftan fyri Barrack Obama, og hann nýtti í sjónvarpsdystin í nátt til at søkja at Obama og hansara sjónarmiðum.
Búskapurin var høvuðsevnið í orðaskiftinum, og báðir lovaðu at fremja umfatandi tiltøk fyri at hjálpa USA ígjøgnum fíggjarkreppuna og at bøta um gerandisdagin hjá tí vanliga amerikanaranum.
Í sendingini spurdi McCain fleiri ferðir Obama, hví hann ætlar sær at økja skattin. Obama svaraði, at hann ætlar sær at geva teimum flestu amerikanarunum skattalætta, men at tey, sum forvinna meiri enn 250.000 dollarar um árið, skulu rinda eitt sindur meiri skatt.
Sjónvarpsdysturin í nátt var tann triði og seinasti millum tey bæði valevnini.