McCain mátti vinna men tapti

Undan valdystinum í Nashville var John McCain langt aftan fyri Barrack Obama, men hann misbrúkti høvið at taka seg inn á kappingarneytan

- John McCain fekk møguleikan, men tók ikki av.

Tað var niðurstøðan hjá teimum flestu viðmerkjarunum aftan á sjónvarpsdystin í Nashville í nátt millum tey bæði amerikonsku forsetavalevnini. Flestu viðmerkjarar hildu, at John McCain var meiri ágangandi og greiður í hesum dystinum enn í tí fyrsta, men at hann kortini ikki megnaði at vinna ella í hvussu er ikki nóg greitt.

-McCain megnaði ikki at geva hyggjarunum ta neyðugu trygdarkensluna, var viðmerkingin hjá CNN-serfrøðingunum aftan á orðaskiftið.

Teir flestu útlendsku viðmerkjararnir, sum vóru í Nashville, høvdu somu uppfatan. Danski USA-tíðindamaðurin Thomas Falbe segði við DR í morgun, at John McCain megnaði ikki at toga seg inn á Barrack Obama, og norski USA-tíðindamaðurin Harald Stangballe segði stutt, at Barrack Obama vann dystin.

 

Ligið sjóvarfallið av sær

Politiskir eygleiðarar siga, at tað var sera umráðandi hjá McCain at vinna sjónvarpsdystin hesaferð. Teir vísa á, at McCain tapti tann fyrsta dystin, sum var í síðsta mánað, og at Sarah Palin tapti sín sjónvarpsdyst ímóti Joe Biden í síðstu viku. Tí var dysturin í nátt avgerandi fyri Mc Cain, men hann megnaði ikki at vinna.

Tað sást eisini á meiningakanningunum. Í einari kanning, sum bleiv gjørd aftan á orðaskiftið í nátt, søgdu 54 prosent av teimum spurdu, at Barrack Obama vann. Bara 30 prosent hildu, at John McCain vann. Millum annað vóru fólk yvirhøvur samd um, at Obama var greiðari, tá tað snúði seg um fíggjarkreppuna, og hvussu USA skal koma burtur úr henni.

Í teimum landsumfatandi meiningakanningunum fær Barrack Obama undirtøku frá í meðal 49 prosentum, og John McCain liggur um 44 prosent. Munurin kann tykjast stórur, men enn er einki avgjørt, skrivar NTB. Tað eru tó teir eygleiðararnir, sum halda, at McCain er ov seinur á sjóvarfallinum.

- Dysturin er liðugur. McCain hevði møguleikan, men megnaði ikki at brúka hann, segði CNN-viðmerkjarin James Carville í nátt.