John McCain ætlar sær at halda fram í amerikanska Senatinum sum umboð fyri heimstatin Arizona. Í gjár høvdu republikanararnir har uppstillingarval, og tað vann tann garvaði senatorurin við greiðum meiriluta. Hann stillar sostatt upp á kongressvalinum 2. november.
McCain hevur annars verið fyri atfinningum frá teirri konservativu Tea Party-rørsluni. Rørslan vil vera við, at McCain er ov hóvligur, og at tað var orsøkin til, at hann tapti forsetavalið ímóti Barack Obama.
Eygleiðarar siga, at McCain man hava lurtað eftir atfinningunum, tí í valstríðnum upp undir uppstillingarvalið í gjár fór hann longri til høgru, enn hann plagar. Eitt nú tosaði hann um at endurskoða innflytarapolitikkin, og hansara sjónarmið lógu nærri teimum hjá Tea Party-rørsluni, enn tey hava gjørt, skrivar AP.