Senatorurin John McCain segði í gjárkvøldið, at hann ætlar sær at royna at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum. -Eg kunngeri hervið, at eg eri forsetavalevni, segði John McCain í samrøðu við kenda CBS-sjónvarpsvertin David Letterman í gjárkvøldið.
Hann legði afturat, at hansara almenna fráboðan kemur ikki fyrr enn á apríl.
Frammanundan hava fyrrverandi borgarstjórin í New York Rudolph Giuliani og fyrrverandi senatorurin Mitt Romney boðað frá, at teir ætla sær at stilla upp fyri republikanararnar.
Harafturat verður roknað við, at guvernørarnir Mike Huckabee, James Gilmore og Tommy Thompson, Sam Brownback, senatorur og umboðsmannatinglimirnir Duncan Hunter og Tom Tancredo ætla at royna at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum.