-Vit hava víst amerikanska fólkinum, hvussu ein kann venda gongdini og koma afturíaftur, segði John McCain, tá hann í nátt takkaði sínum stuðlum í New Hampshire.
Við 37 prosentum av teimum republikonsku atkvøðunum vann hann ein rímiliga tryggan sigur á avbjóðaranum Mitt Romney, sum fekk 32 prosent. Mike Huckabee, sum vann í Iowa í síðstu viku, fekk 11 prosent hesaferð.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at valsigurin hjá John McCain í New Hampshire var ein fráboðan um, at hann er tað besta boðið upp á eitt republikanskt forsetavalevni. Valið vísti eisini, at hann er maðurin, sum kann koma afturíaftur.
-Øll, sum hava nakra ávirkan, søgdu, at vit høvdu tapt. Men eg segði teimum, at eg fór til New Hampshire, tí veljararnir har góðtaka ikki, at nakar tekur støðu fyri teir. Tá tey so spurdu meg, hvussu eg ætlaði at bera meg at, svaraði eg, at eg ætlaði at siga veljarunum sannleikan, segði John McCain í sínari takkarrøðu.