Mikudagin 4. august fyllir MC Restorff 60 ár.
Seinastu trý árini hevur MC hildið sínar føðingardagar í Grønlandi. Soleiðis er eisini við seksti ára degnum. Dagurin verður hildin saman við manningini umborð á fyrrverandi grønlendska vaktarskipinum Agdlek Y386, sum í fleiri ár var eitt av vaktarskipunum í Grønlandi. Nú eitur skipið Juvel 2 og verður brúkt sum missiónskip til at vitja bygdir í Vesturgrønlandi. MC byrjaði í 2005 við lítla Juvel, har hann hjálpti til við sangi, matgerð o.ø., og nú er hann við Juvel 2.
MC hevur sum øllum kunnugt góðar eginleikar, tá tað snýr seg um tónleik og sang. Grønlendingum dáma væl at syngja, og eitt, tvey, trý – so hevur MC samansjóða nøkur av teimum lokalu ungfólkunum til eina duet, trio ella fleiri, so sangurin verður fjøltáttaður.
Sum fyrrverandi hotelleigari við tænaraútbúgving sum barlast, og matuppskriftum frá góðum kokkum á Hafnia gjøgnum tíðirnar, er MC sera væl egnaður umborð á Juvel 2. Hann og konan kokkast nú umborð, og servisan er sum á Hafnia, tá hon er best, sigur manningin. Aftaná hesi skjótt fleiri árini er MC vorðin ein kenningur á fleiri smáplássum í Vesturgrønlandi. Onkustaðni hevur hann fingið kelinavnið »Marteeraq«, sum merkir lítli Martin.
MC er havnarmaður. Foreldrini vóru Maria, f. Joensen, og Christian Dahl Restorff, bæði úr Havn.
Í meira enn 40 ár hevur navnið MC Restorff verið kent innan føroyskan tónleik. Hann hevur sjálvur og saman við øðrum givið bæði plátur og fløgur út. Hann hevur gjørt orð og løg til bæði andaligar sangir og fosturlandsangir, sum dagliga eru at hoyra í føroysku loftmiðlunum.
Øll sum gjøgnum tíðirnar hava havt eitt hvørt ørindi á Hotel Hafnia hava hitt MC sum ein blíðan og fyrikomandi persón. Síðan hotellið fyri nøkrum árum síðan varð selt, hava MC og Mariann ferðast nógv bæði í Danmark, Grønlandi og aðrastaðni. Eisini hava tey búð í øðrum londum í styttri tíðarskeið. MC hevur eisini havt nógvar ymiskar sendingar og ferðafrásøgnir í kristiligu útvarpsstøðini Lindini.
MC er giftur Mariann úr Fuglafirði, dóttir Rosu og Ditleif Eldevig. Tey eiga døturnar Rósu Mariu, Duritu og Jóhonnu umframt ommu- og abbabørn.
Hevur onkur hug at senda eina heilsan til MC í dag, bert til at senda teldupost til: juvel2@skyfile.com.
------
-red









