Talan er um eina súkklu av slagnum MBK við innbygdum elmotori í forhjólsnavinum og battaríi undir viðførisberaranum aftan.
Súkklan, sum hevur 7 gear, er so løtt at koyra, at til ber at sita á henni líkamikið hvussu brøtt brekkan er. Elmotorurin er 250W og lithium battaríið er 36V. Elmotorurin verður bert nýttur, tá tørvur er á tí. At síggja til sær el-súkklan út sum ein vanlig súkkla.
MBK-súkklan verður royndarkoyrd í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.10