MC-Sølan við avlamisskutarum

Umframt vanligar skutarar og motorsúkklur er MC-Sølan, sum nakað nýtt, farin at selja avlamisskutarar til tey sum eru illa gongd ella hava ein serligan tørv. Talan er um bæði bensin- og elskutarar við trimum ella fýra hjólum

MC-Sølan í Slættanesgøtu í Havn hevur eitt stórt úrval av bæði motorsúkklum og skutarum av nógvum ymiskum sløgum og støddum. Sum nakað nýtt eru nú eisini avlamisskutarar við í vøruskránni. Talan er t.d. um EasyGo Jupiter L4 og PGO TR3-50.


EasyGo Jupiter L4 er ein væl útgjørdur el-skutari á fýra hjólum, sum er gjørdur til tey sum eru illa gongd og hava tørv á einum vogni, sum er góður at sita í og er behagiligur. Jupiter L4 hevur ein sergjørdan undirvogn við komfortablari fjaðraskipan og bleytum dekkum, soleiðis at hann er góður at koyra, eisini har sum undirlendið ikki er so slætt. Setrini eru sum á einum bili við nakkastúttum og armlenum á báðum síðum.


Umframt standardútgerðina fæst Jupiter L4 við nógvari eykaútgerð og kann byggjast upp eftir egnum ynski. Hann kann kann t.d. innilokast og eisini hava ein anhangara upp á sleip. Jupiter el-skutarar fáast í ymiskum støddum og til ymiskar prísir. Tann sum MC-Sølan hevur á goymslu kostar umleið 34.000 krónur.

PGO TR3-50


PGO TR3-50 er ein avanseraður skutari á trimum hjólum, ið er sera væl egnaður til tey sum hava ein serligan tørv og samstundis ynskja sær ein smartan modernaðan skutara. Hesin líkist einum vanligum skutara framman, men hann hevur tvey hjól aftan, so eingin vandi er fyri at detta. PGO TR3-50 kostar 44.500 krónur


Í sambandi við at Rás2 saman við MC-Søluni skipar fyri eini sms kapping um at vinna ein PGO PMX skutara til eitt virði upp á 15.000 krónur ber til at senda sms og skriva: ras2 mcsolan og senda tað til 1940. Vinningurin verður drigin 9. januar.


Skutararnir kunnu síggjast og roynast hjá MC-Søluni í Slættanesgøtu.