Fyrr í vikuni var svenski Niclas Persson frá Triumph Motorcycles AB í Føroyum og gjørdi sáttmála við Anders Berg frá MC-Søluni. Høvuðssætið hjá Triumph fyri Skandinavia er í Svøríki.
Umframt Triumph umboðar MC-Sølan motorsúkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati,
eins og Piaggio og PGO skutarar. Triumph motorsúkklurnar eru ikki ókendar í Føroyum. Tær hava verið umboðaðar av t.d. Gunnari Hansen, ið eisini seldi DKW, NSU og Mercedes, og av Charles Mauritzen, sum seldi Austin bilarnar. Hetta hevur verið í 50- og 60-unum.
Triumph er ein av elstu motorsúkkluverksmiðjunum í heiminum. Verksmiðjan var stovnað sum súkkluverksmiðja í 1884, og framleiðslan av motorsúkklum byrjaði í 1902. Tað gongur væl hjá Triumph. Ongantíð í søguni eru so nógvar Triumph motorsúkklur seldar sum í 2008, tá umsetningurin vaks við 29 prosentum í mun til árið fyri.