MC Powermeet leygardagin

Leygardagin 22. mai skipar motorsúkklufelagið Føroya-MC fyri tiltakinum Powermeet. Tiltakið verður hildið á bildeildini á Tekniska skúla í Havn og byrjar kl 12.

Sjálvur dagurin byrjar við einum morguntúri á motorsúkklu til Klaksvíkar. Farið verður frá Magn við Ringvegin kl. 9, og koyrt verður til Klaksvíkar, har steðgað verður at eta morgunmat á bakarínum hjá Jórun. Eftir ein góðan steðg verður koyrt suður til havnar kl. 11, soleiðis at komið verður til Tekniska skúla uml. kl 12.

Høvuðstiltakið á degnum er Powermeet, sum er ein kapping har man kann testa, hvussu nógvar hestakreftir motorsúkklan hevur.

Felagið hevur lánt testbonkin hjá AD-Import. Bonkurin kann skráseta, hvussu nógvar hestakreftir súkklan gevur á bakhjólinum. Motorsúkklurnar sum luttaka verða bólkaðar eftir tær sum eru upp til 600 ccm, yvir 600 ccm og chopparar, og vinnarar verða kosnir í teimum ymsu bólkunum.

Á tiltakinum verður eisini okkurt til undirhald. Felagið hevur leigað ein elektriskan tarv, sum bæði børn og vaksin kunnu royna. Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin á Powermeet, ið er eitt tiltak fyri alla familjuna.