MC og countrydansur í Vestmanna

Ætlanin er at fáa 200 motorsúkklur úr øllum landinum til Vestmanna 22 september Vestmanna er føroya country-høvuðsstaður. Tað siga tey í hvussu so er sjálvi. Og tað heitið ætla tey sær at liva upp til við einum stórum tiltaki í bygdini leygarkvøldið 22. september

Men hetta leygarkvøldið verður nakað heilt serligt, tí tað verður eisini eitt tiltak fyri tey, sum hava motorsúkklu

Hetta MC & country tiltaki skal vera við til at seta Vestmannaá Føroyakortið, sum country høvuðsstaður okkara og í samráð við øll MC-feløgini í landinum, hava fyrireikarnir sett sær fyri at fáa 200 motorsúkklur at leggja leiðina til Vestmanna. Ætlanin er, at fáa allar motorsúkklur at møta við Grón á Hálsi í Havn og síðan verður koyrt til Fjørukrønna í Vestmanna, har kaffi og smákøkur verða bjóðaðar.

Viðrar er síðan ætlanin at hava eina hugnaliga grillløtu við MC-búffum og harmonikutónleiki uttanfyri ítróttarhøllina.

Um kvøldið verður country konsert og tá fara kendir tónleikarar á páll at spæla løg alt frá Jim Reeves til Alan Jackson og heimagjørd løg

Seinni um kvøldið verður so Countrydansurin í høllini, har nýggi og sera vælumtókti countrybólkurin HJ ?countryband spælir.

Alt avlopið av tiltakinum fer til Vestmanna Kappróðrarfelag, sum hevur hart brúk fyri pengunum.