Mc-Kinney Møller hevur sent boð eftir yngstu dóttir síni

Nú tykist eingin ivi vera um, at tað verður yngsta dóttir Mærsk Mc-Kinney Møller, sum kemur at sita við stýrisvølin, tá ið tann gamli Mc-Kinney Møller leggur frá sær. Tann skjótt 95-ára gamli Mc-Kinney Møller hevur enn ikki ásett dagin, nær hann gevst sum formaður í tí sterka Mærsk-grunninum, sum er høvuðseigari í A. P. Møller - Mærsk.

Men á innanhýsis teldubrævi hava tey 110.000 starvsfólkini fingið at vita, at tað er greitt, at tað verður tann yngsta dóttir Mc-Kinney Møller - Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla, sum verður avloysarin.

Familjan kann í summar hátíðarhalda tveir stórar dagar: 3. juli fyllir Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla 60 ár og 13. juli fyllir Mærsk Mc-Kinney Møller 95 ár.

Hugsast kann at skiftið verður annan av føðingardøgunum.