Mc-Hár vera við Múrin í summar. Teir hava ikki verið so virknir alment í seinastuni, men nú verður bólkurin við ónærisligu tekstunum aftur at hoyra Vit kenna teir frá nógvum sangum, ið ongantíð kunnu spælast í útvarpinum. Teir plagdu ikki at vera bangnir fyri at nýta orð, ið vanliga ikki verða søgd við døgurðaborðið, og við Múrin verður bólkurin, ið hevði kvinnurnar við føroysku fløggunum á Ólavsøkukonsertin fyri nøkrum árum síðani.
Lívligar pallframførslur
Bólkurin borgar altíð fyri eini stuttligari og lívligari konsertuppliving. Argandi og beinleiðis tekstir saman við rokkandi rappi, hava eyðmerkt bólkin, bæði á fløgum og á konsertum. Eisini tann visuelli parturin av pallframførslunum hevur altíð verið ein stórur partur av framførslunum. Nærum alt er roynt.
Luttøkurnar hjá hópin av bodypaintaðum og hálvnaknum kvinnum og monnum hava verið rættiliga væleydnaðar, og hetta hevur verið afturvendandi partur av framførslunum øll árini.
Bólkurin
Tað eru tveir mans, ið øll árini hava skrivað bróðurpartin av ávíkavist tónleikinum og tekstunum, hesir eru keyboardleikarin Tróndur Bogason og rapparin Niels Uni Dam. Teir eru báðir enn við í bólkinum. Restin av manningini hevur eisini verið rættiliga støðug seinnu árini. Bassleikarin Heri Reynheim kom uppí bólkin í 1996, Jónas Bloch Danielsen hevði verið fastur ljóðmaður hjá bólkinum í eitt ár, tá hann í 1997 bleiv gittarleikari í MC-Hár. Jens Virgar Jakobsen gjørdist gittarleikari í 1999, Rókur Jákupsson sang fyrstu ferð við í 2000, nýggjasti maður í bólkinum er Rani Hammershaimb Christiansen sum byrjaði sum trummuleikari á allar fyrsta G!Festivalinum í 2002.










