MC Hár rokkar á Kambsdali

Í kvøld verður stór konsert/dansur á Kambsdali. Umframt tað vælumtókta DJ-showið fara MC Hár eisini á pallin, og er lagt upp til eitt rimmar show, og lovar bólkurin, at áhoyrararnir fáa konsert fyri allar pengarnar.
Heili níggju fólk verða á pallinum í senn, og sum øll vita, duga teir ógvuliga væl at fáa lív í áhoyrarafjøldina.
Spildurnýtt lasershow verður eisini, og hetta er fyrsta ferðin tað verður nýtt. Bussar koyra úr Havn, so øll kunnu sleppa at uppliva MC Hár.