So hvassorðaður er Niels Uni Dam, forsangarin í MC-Hár. ? Eg haldi, at tað er ræðuliga langt úti av fyrireikarunum við Múrin, at teir ikki havi goldið okkum løn fyri okkara arbeiði, sigur Niels Uni Dam. Enn hava eingir føroyskir tónleikarar móttikið samsýning fyri teirra framførslur á festivalinum við Múrin, og ein av vónbrotnu tónleikarunum er Niels Uni Dam, forsangarin í MC-Hár.
-Vit fingið boð frá Mark Joensen, at vit fáa kanska løn, men tað er treytað av, at onkur íleggjari leggur pengar til, sigur Niels Uni Dam.
MC-Hár, ið var ein av høvuðsnøvnunum við Múrin, hava ikki verið á palli seinnu árini.
-Vit vandu fyri fyrstu ferð í trý ár til okkara framførslu við Múrin, og tað er langt úti, at vit nú ikki fáa løn fyri okkara arbeiði, sigur Niels Uni Dam.
Men sambært Mark Joensen, var hetta ikki boðskapurin, ið hann gav Niels Una Dam.
-Eg havi sagt við allar tónleikararnir, at lønin kemur um tvær til tríggjar vikur. Og vit hava frammanundan ein íleggjara, sigur Mark Joensen, ið kortini ikki kann vátta, at íleggjarin, Høgni Mikkelsen, er til reiðar at gjalda samsýningina til tónleikararnar.
Tað hevur enn ikki eydnast at fingið eina viðmerking frá Høgna Mikkelsen.
Føroyskir tónleikarar í øðini
Tað er ikki bert forsangarin í MC-Hár, sum er vónbrotin av fyrireikarunum av festivalinum við Múrin. Hóast ikki stórvegis viðmerkingar eru til málið, so hava fleiri av høvuðsnøvnunum við Múrin váttað, at tey ikki hava móttikið samsýning.
Millum hesi eru Pipar&Salt, Guðrið Hansdóttir og 200.
Haraftrat er ein facebook bólkurin stovnaður, har yvir 650 føroyingar vísa sín stuðul til tónleikararnir, ið krevja samsýning fyri framførslurnar við Múrin. Stovnararnir og umsitarar av bólkinum eru millum annað Brynjolfur á Heygum, Petur Háberg, Heiðrikur á Heygum, Niels Arge Galán, Niels Uni Dam, Filip Mortensen og Guðrið Hansdóttir.
Sannlíkt verður meira at frætta frá hesum málið sum frá líðir.