MC-guðstænastan, sum skuldi verða í Fríðrikskirkjuni á Toftum í morgin, leygardagin klokkan 15 er avlýst.
Fyrireikararnir, kristiligi MC-klubburin "Cross-Bikers" boða frá, at tað eru ikki veðurlíkindi í morgin at koyra úr Havn, og inn á Toftir við motorsúkklum, og tí hava teir valt at avlýsa MC-guðstænastuna.