Leygardagin verður serstøk MC Gudstænasta í Fríðrikskirkjuni.
Tað er kirkjuráðið í Nes kirkjusókn og Eysturoyar MC, saman við Victori Carlsen, ið fyriskipa gudstænastuna.
Umframt slitsterkar og góðar sálmar, eru eisini sangframførslur á skránni. Hallur Joensen, Petur Hans Hansen og bólkur frá Eysturoyar MC syngja og spæla, og Ovi Brim prædikar, skrivar Nes Kommuna á heimasíðu sínari.
Gudstænastan er almenn, og eru øll vælkomin, við ella uttan motorsúkklu, verður sagt á heimasíðuni.
MC-gudstænasturnar hava fyrr verið hildnar í eitt nú Vesturkirkjuni, Christianskirkjuni og Hoyvíkar kirkju.