Tvørkirkjuligi motorsúkkluklubburin Cross-Bikers MC Føroyar skipar leygardagin 21. apríl fyri MC-gudstænastu í NEBO á Toftum.
MC-gudstænastan verður í ár hildin í NEBO á Toftum leygardagin klokkan 15. Súkklurnar í høvuðsstaðnum koyra frá MAGN-støðini við Ringvegin kl. 11 og steðga á við Streymin, har MC-feløgini úr Eysturoy og Norðuroyggjum koma við í koyringina. Fyrireikararnir siga, at MC-gudstænastan er almenn, og øll eru vælkomin.








