MC gudstænasta á Sandi

Seinastu árini hevur verið skipað fyri MC gudstænastum í kirkjum og samkomum kring landið, og leygardagin 20. apríl er túrurin komin til Sands kirkju.

Tað er motorsúkklufelagsskapurin Cross-Bikers MC Føroyar, sum skipar fyri túrinum. Ferðalagið fer frá Magnstøðini á Hálsi í Havn klokkan átta um morgunin til Teistan. Skipað verður m.a. fyri felagskoyring runt alla Sandoynna, sum endar við kirkjuna á Sandi, har gudstænasta verður klokkan 14. Jákup Reinert Hansen prestur prædikar og tvey ymisk sanginnsløg vera eisini á skránni. Tá gudstænastan er liðug verður koyrt til Skopunar, har samkoman Betania skipar fyri felags kaffihugna.