Leygardagin verður skipað fyri MC guðstænastu við nógvum tónleiki í Vági í samband við, at motorsúkklueigarar norðanfjørðs ætla til Suðuroyar at vitja motorsúkklueigarar. Skipða verður fyri felagstúri, har Suðuroyggin og vakra náttúran kann upplivast úr Sandvík til Sumbiar, siga fyrireikararnir, sum leggja afturat, at sagt verður frá góðveðri.. Teir vænta eisini nógvar gestir norðanífrá, siga teir.
Á skránni er millum annað MC guðstænasta klokkan 14:00 í Vágs Kirkju, har øll eru vælkomin, eisini tey, ið ikki koyra á motorsúkklu.
Patrick de Neergaard, prestur, prædikar, og nógvar tónleikaframførslur eru á skránni. Hans Jacob Hjelm og Jens Johannesen fara at syngja og spæla. Eisini nýggja countrystjørnan Evi T. Djurhuus fer at syngja við bólki sínum, og eisini syngja og spæla Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen.










