MC á ferð

Í Lindini týsdagin kl. 13.10



Nú vertarskráin er komin á breddan, eru ferðafrásagnirnar hjá M.C. Restorff úr Grønlandi aftur á skránni. Hin fyrrverandi hotelverturin dugir til annað enn at borðreiða mat fyri fólki, og mong eru tey, sum meira ella minni regluliga hava lagt oyru til umrøðuevnini úr útnorði.
 
Helt 55 ára føðingardag í Nuuk
 “Afturkomin til Sisimiut eftir trúboðanarferðina við Juvel, lat frúan meg vita, at hon hevði bílagt kahútt umborð á strandfaraskipinum Saffik Ittuk. Eg gjørdist bæði glaður og bilsin at hon soleiðis hevði fyriskipað eina mini feriu á hotelli í høvuðstaðnum í sambandi við 55 ára føðingardagin hjá mær hin 4. august”, sigur M.C..
 
“Útferðin kemur so sanniliga eisini lurtarum hjá Lindini til góðar, nú heimildir av øllum møguligum slag fara at verða at verða bornar frá ferðini í Miðgrønlandi hesar fyrstu mongu komandi vikurnar”, leggur hann afturat.
 
 
Tilfarið trýtur ikki
Enn er hópin av tilfari til at taka frá sumrinum 2005.
“Ikki smávegis upplivingar og siðsøguligt tilfeingi liggur bara og bíðar eftir at verða redigerað. Síðani verður tað tvinnað saman við sangi og hóskandi tónum í nakrar knappan tíma drúgvar sendingar.
 
Haldi meg bara til sama leist, sum higartil. Tað er líkasum komið í blóðið”, leggur M.C. skemtandi afturat.
 
Jólakrás
Upptøkur frá í summar, verða sendar í desember. M.C. helt tað vera spennandi at gera hesar upptøkurnar júst 1 ár eftir tær fyrstu. 
“Nú bar til at fylgja upp uppá hetta og hitt. Hvat varð av honum og henni o.s fr.”, sigur M.C. at enda.  
 
 
Myndatekstur:
 
Fyrsti skúladagur er ein hátíðardagur í Grønlandi