Mc- Føroyar er nú stovnað

Sunnudagin 3 september var stovnandi fundur av felag fyri øll sum koyra motorakfør á 2 hjólum og øðrum motoráhugaðum. Eini 30 fólk vóru møtt.

Endamálið við felagnum er at samla motorsúkklu-koyrarar og motoráhugaði

í einum felag fyri at røkja felags áhugamál, at arbeiða fyri

skilakoyring og at skipa fyri

felagstúrum og ítróttarkappingum.

Á fundinum vórðu 8 fólk vald í nevndina, sum hevur skipa seg soleiðis.


Formaður Niels Kári Nielsen

Næstmaður Jan Stenberg

Skrivari Maika L. Dahl

Kassameistari Petur Jacobsen Jensen

Nevndarlimir eru: Agnar Dahl, Torkil Hansen, Hugin Janusarson og

Sjúrður Eldevig.


Nevndin er longu farin til verka, tað fyrsta verður at finna eitt høli

at vera í, sum bæði kann brúkast til at møtast í og kanska eisini til

felagsverkstað. Annars verður

arbeitt við at kanna møguleikarnar fyri at gera ein bana, sum kann

brúkast bæði til kappingar og koyrifrálæru. Felagið hevur fingið samband

við feløg í Danmark fyri

at kanna fyrimunir og vansar við slíkum koyribreytum. Eisini er

ætlanin til næsta ár at fáa meira samskipaða koyring, til dømis við

telefonketu og nøkrum føstum

felagstúrum um ári. Nevndin miðar eftir at vera komin væl ávegis við

arbeiðinum tá næsti limafundur verður í November.Nú nakrar vikur eftir

stovnandi fundin er

limatali longu komi uppá 50.

E-mail nkn@post.olivant.fo